DMI: Vátt um vikuskiftið

Vit fáa nakað av regni bæði í dag og í morgin

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður nakað av regni bæði í dag og í morgin, men tað verður ikki so illsligt, sum tað var í gjár.

 

DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av útsynningi, í kvøld av vestri og útsynningi, og á midnátt veksur vindurin upp í 10-15 m/s. Skiftandi skýrák og ælaveður, í kvøld og í nátt skýggjað og eitt skifti regn. Hitin verður millum 8 og 11 stig.

 

Sunnudagin vera10-15 m/s av vestri, skiftandi skýrák og regn ella ælaveður. Um kvøldið og náttina minkar vindurin niður í 3-8 m/s, skýkloddar og turt. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)