DMI væntar kava alla vikuna

Millum eitt hátrýst yvir Íslandi og eitt lágtrýst sunnan og eystan fyri Føroyar, mennist ein sterkur streymur av kaldari luft av norðri við nógvum kavaælum.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s. Okkurt kavaæl, men eisini sólglottar. Hitin alt samdøgrið úr frostmarkinum upp í 5 hitastig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein landnyrðing og eystan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og nøkur kavaæl. Hitin alt samdøgrið úr frostmarkinum upp í 5 hitastig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðing og norðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavaæl. Hitin alt samdøgrið úr frostmarkinum upp í 5 hitastig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, um náttina lækkar hann í útnyrðing og øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, 22 m/s. Yvirhøvur skýggjað og nøkur kavaæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 hitastig.

 

Fríggjadagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, 22 m/s. Yvirhøvur skýggjað og mangastaðni kavaæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 hitastig.

 

Leygardagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, 22 m/s. Yvirhøvur skýggjað og mangastaðni kavaæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 hitastig.