DMI: Upp í 13 stig í dag

Danska verðurstovan roknar við sól og lýggjum veðri í dag

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður gott veður rí dag. Tað verður nakað av vindi, men eisini turt og sól, og hitin kann kom uppí 13 stig í dag.  

 

DMI sigur, at í dag vera 10-15 m/s av suðri, í kvøld eitt skifti minni vindur, 8-13 m/s. Tað verður turt og sól, men sum frálíður verður skýggjað av vestri. Hitin verður millum 8 og 13 stig, í nátt niður millum 6 og 9 stig.

 

Sunnudagin vera 8-13 m/s av suðri, minkandi niðiur í 5-10 m/s. At byrja við turt og sól, seinni samdrigið og nakað av regni. Hitin verður millum 4 og 8 stig.