DMI roknar við lýggjum veðri í næstu viku. Vikan byrjar byrjar við lítlum vindi og turrveðri, og roknast kann við fleiri løtum við góðveðri gjøgnum vikuna. Onkrar løtur verða tó við nakað av vindi og regni.
DMI sigur, at mánadagin verða 3-8 m/s av suðri og landsynningi, vaksandi upp í 5-10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og turt, og møguleiki verður fyri mjørka. Hitin millum 8 og 11 hitastig.
Týsdagin – tá ið kommunuvalið verður – verða 5-10 m/s av suðri og landsynningi – týskvøldið 10-15 m/s. Skýggjað og nakað av regni. Hitin millum 8 og 11 stig.
Mikudagin verða 10-15 m/s av suðri og útsynningi, sum frálíður minkandi niður undir 8 m/s av ymsum ættum. Skýggjað og turt, mikukvøldið verður nakað av regni. Hitin millum 8 og 11 stig.
Hósdagin verða 3-8 m/s av ymsum ættum, vaksandi upp í 10-15 m/s av suðri. Mest turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 10 stig.