Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið um vikuskiftið verður øðrvísi, enn tað hevur verið seinastu vikurnar.
DMI væntar meira vind – upp í stormhvirlur í nátt og í morgin – og tað verður nakað lýggjari í veðrinum.
DMI sigur, at í dag verða 10-15 m/s av landsynningi, í kvøld upp í 18 m/s. Turt og skýggjað. Í nátt 18-23 m/s við møguleika fyri stormhvirlum. Út á náttina skýggjað og regn av útsynningi. Hitin millum 2 og 6 stig.
Sunnudagin verða 18-23 m/s av landsynningi við møguleika fyri stormhvirlum. Skýggjað og ælaveður. Um kvøldið og náttina minkandi vindur, 8-13 m/s av suðri og útsynningi. Hitin millum 2 og 6 stig.










