DMI: Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

DMI roknar við, at tað verður hampuligt veður í dag

Danska veðurstovan DMI roknar við hampuligum veðri um vikuskiftið. Í dag verður lítið av vindi og turt fyri tað mesta.

 

DMI sigur, at í dag 3-8 m/s av norði, seinnapartin av eystri. Nakað av sól og okkurt æl. Í nátt 5-10 m/s av eystri, samdrigið og regn av suðri. Hitin verður millum 3 og 8 stig.

 

Sunnudagin vera 5-10 m/s av eystri, í støðum upp í 13 m/s. Skiftandi skýrák og løtur við regni ella ælaveðri. Hitin verður millum 6 og 9 stig.