Danska veðurstovan DMI roknar við skiftandi – og hampiligum – veðri næstu vikuna.
DMI sigur, at mánadagin verða undir 5 m/s av ymsum ættum og sólglottar. Seinnapartin 5-10 m/s av suðri og samdrigið. Um náttina 7-13 m/s av landsynningi. Um kvøldið fer at regna. Hitin verður millum 2 og 5 stig.
Týsdagin verða 7-13 m/s av suðri. Seinni veksur vindurin upp í 10-15 m/s av vestri og útnyðringi. Samdrigið og regn, út á dagin klárnar, og sólin kagar fram. Hitin millum 4 og 8 stig.
Mikudagin verða 5-10 m/s av útnyðringi, minkandi niður í 3-7 m/s av norði. Turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 4 og 8 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 stig.
Hósdagin verða 5-10 m/s av eystri, út á dagin av útsynningi. Samdrigið og turt. Hitin millum 3 og 7 stig.
Fríggjadagin verða 5-10 m/s av útsynningi. Samdrigið og nakað av regni. Hitin millum 5 og 9 stig.