DMI: Nakað av regni í dag

Onkrar løtur í dag kann veðrið vera eitt sindur illsligt

Danska veðurstovan DMI roknar við, at í dag verður nakað av vindi, uppí 15 m/s í støðum, og í løtum fer at regna.

 

DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av suðri og útsynningi, út á dagin veksur vindurin upp í 8-13 m/s, í støðum upp í 15 m/s. Samdrigið og támut. Onkrar løtu fer at regna ella sirma, í kvøld skíggjað, og í nátt regn. Hitin verður millum 7 og 13 stig.

 

Sunnudagin vera 5-10 m/s av útsynningi, seinni av vestri, í støðum upp í 13 m/s. Skiftandi skýloft og einstøk regnæl. Hitin verður millum 5 og 11 stig.