DMI: Í morgin verður stormur

Í morgin verður illveður – møguliga við kavaavfalli

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður illveður í Føroyum í morgin, men út á fríggjadagin minkar vindurin aftur.

DMI sigur, at hósdagin verður strúkur í vindi upp í skrið, 13-18 m/s av norði, vaksandi upp í 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s. Mest skýggjað og ælaveður, møguliga sum vátakavi ella kavi. Hitin alt døgnið verður millum frostmarkið og 5 hitastig.

Fríggjadagin verða 13-18 m/s av norði, upp í storm, 23 m/s, í hvirlunum. Minkandi niður í 5-10 m/s av norði og útnyðringi, framvegis við hvirlum upp í 15 m/s. Skiftandi skýloft og nakað av vátakava- ella kavaælum. Hitin alt døgnið millum 1 og 4 hitastig.