DMI mest óálítandi

Tað er ringt at spáa um veðrið – men nú fær DMI av grovfílini frá svenskum dagblaði.

Dagens Nyheter hevur gjøgnum longri tíð samanborið seks stórar norðurlendskar veðurtænastur og hvussu tær spáa um veðrið.

Úrslitið er vána lestur fyri DMI. Bara í 37% av førunum hevði DMI rætt í veðurvánunum, sigur Dagens Nyheter.

Blaðið hevur granska veðurvánirnar frá seks veðurtænastum í 40 dagar í 19 svenskum býum. Miðal talið fyri rætta forsøgn er 46% og tað merkir, at bert onnur hvør forsøgn svarar til veruliga veðrið.

DMI er sjálvandi ikki fegið um at verða dømt sum mest óálítandi veðurtænastan, men tekur kortini úrslitið við róð í sinninum.

- Tað er altíð trupult at spáa. Taka vit til dømis regnmongdina kann vera ilt at siga, um tað regnar tveir millimetrar ella ein hálvan millimetur, sigur deildarleiðari hjá DMI, Bent Sass við ekstrabladet.dk.

DMI verður í stóran mun nýtt sum grundarlag fyri veðurvánunum í Føroyum eisini.