Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður nakað meira av vindi næstu dagarnar. Serliga fyrra partin av vikuni verður fitt av vindi.
DMI sigur, at í dag vera 7-13 m/s av norði og landnyðringi, í støðum upp í 15 m/s. Samdrigið og regn, seinni skíggjað og ælaveður. Hitin um dagin millum 6 og 9 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.
Týsdagin vera 8-13 m/s av norði og landnyðringi, út á dagin 10-16 m/s. Samdrigið og ælaveður, kann vera sum vátakavi. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.
Mikudagin vera 10-17 m/s av norði og landnyðring, út á dagin minkandi niður í 8-13 m/s. Um náttina 4-9 m/s av vestri. Samdrið og ælaveður, kann vera sum vátakavi. Um náttina mest turt. Hitin um dagin 3-6 stig, um náttina 1-4 stig.
Hósdagin vera 7-12 m/s av vestri og útnyðringi. Samdrigið og eitt skifti regn av vestri. Annars skiftandi skýrák og ælaveður. Um náttina 4-10 m/s av útnyrðingi. Hitin um dagin millum 6 og 9 stig, um náttina 3 og 7 stig.
Fríggjadagin vera 5-10 m/s av vestri og útnyðringi, sum frálíður undir 5 m/s av ymsum ættum. Skiftandi skýrák og ælaveður, men eisini sólglottar. Um náttina 4-10 m/s av landsynning og regn av vestri. Hitin um dagin millum 6 og 9 stig, um náttina 3 og 7 stig.