DMI: Meira kavi í dag

Danska verðurstovan roknar við, at tað fer at kava meira í dag

Nógvur kavi er niðurkomin, og danska verðurstovan DMI roknar við, at meira kavaavfall verður í dag. Serliga í kvøld.

 

DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av norði og landnyðringi, norðanfyri upp í 15 m/s, í løtum nakað minni av vindi. Hálvskýggja ella skýggjað og kavaæl, serliga í kvøld. Hitin verður millum 3 hitastig og 2 kuldastig, í støðum niður í 5 kuldastig.

 

Sunnudagin vera 8-13 m/s av eystri, seinni vaksandi upp í 18 m/s. Mest turt og nakað av sól, meen sum frálíður skýggjað og kavi ella vátakavi av suðri. Hitin verður millum 3 hitastig og 1 kuldastig.