Danska veðurstovan DMI roknar við vaksandi vindi og ælaveðri seinni í dag og í kvøld.
DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s av vestri, seinni 10-15 m/s av suðri. Skiftandi skýrák og møguleiki fyri einstøkum vátakava- ella regnælum. Í kvøld og í nátt verða 13-18 m/s av suðri og landsynningi, samdrigið og regn. Síðst á náttini minkar vindurin nakað aftur, og tað verður turt aftur. Hitin alt døgnið millum 2 og 5 stig.
Sunnudagin verða 10-15 m/s av útsynningi, skiftandi skýrák og ælaveður. Hitin millum 2 og 5 stig.