Danska veðurstovan DMI væntar, at tað verður kaldari í veðrinum næstu dagarnar, og at møguleiki er fyri vátakavaælum um vikuskiftið.
DMI sigur, at í dag vera 10-15 m/s av landnyðringi. Samdrigið og onkur æl. Hitin verður millum 2 og 6 stig. Í kvøld og í nátt 10-15 m/s av landnyðring og norði, sum frálíður minkandi vindur. Skýggjað, men út á náttina meira turt. Hitin verður millum 1 og 4 stig.
Sunnudagin vera 8-13 m/ av landnyðringi og norði. Skiftandi skýloft og einstøk æl, møguliga sum vátakavi. Um náttina 5-10 m/s, skýggjað og einstøk vátakavaæl. Hitin verður millum frostmarkið og 4 stig.
DMI sigur í fimm daga forsøgnini, at hitin verður millum frostmarkið og 5 hitastig fyrstu dagarnar í næstu viku, og tá kann eisini roknast við vátakava- ella kavaælum.