Danska veðurstovan DMI væntar, at tað verður kalt næstu dagarnar. Allar teir næstu fimm dagarnar í nýggjari forsøgn roknar DMI við, at tað verður frost og kavaavfal.
Í dag vera 5-10 m/s av norði, seinni 3-8 m/s av landnyðringi og eystri. Samdrigið og kavaæl, men eisini sólglottar. Út á náttina fer at kava. Hitin verður millum 1 og 6 kuldastig.
Sunnudagin vera 8-13 m/s av eystri og landnyðringi, samdrigið og kavaavfall flestu staðir. Um náttina 10-15 m/s av landnyrðing og norði, skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin verður millum frostmarkið og 5 kuldastig.
DMI sigur, at mánadagin, týsdagin og mikudagin verður nakað av vindi, stóran part av tíðini 10-15 m/s, skiftandi skýloft og kava- ella vátakavaæl. Hitin verður milum frostmarkið og fýra kuldastig.