Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið verður gott um vikuskiftið. Tað verður lítið av vindi og turt fyri tað mesta.
Í dag verða 5-10 m/s av norði. Fyri tað mesta skýggjað. Onkur regnæl, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin í dag verður millum 4 og 7 stig, í nátt 3 til 6 stig.
Sunnudagin vera undir 5 m/s av eystri, skýggjað og fyri tað mesta turt. Seinnapartin 5-10 m/s, skýggjað og onkur regnæl. Hitin verður millum 4 og 8 stig.