DMI: Gott veður í dag

Danska veðurstovan roknar við góðum veðri í dag – í morgin fer at regna

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður turt í dag, og sólin fer at kaga fram. Í kvøld verður ælaveður, og í morgin fer at regna.

 

DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av útnyðringi og vestri, út á dagin vera 5-10 m/s útsynningi og vestri. Nakað av sól, men seinnapartin skýggjað og í kvøld ælaveður. Hitin verður sum frálíður milum 3 og 7 stig.

 

Sunnudagin vera 5-10 m/s av vestri, seinni 8-13 m/s av útnyrðingi. Samdrigið og regn. Hitin verður millum 3 og 7 stig.