Danska veðurstovan DMI roknar við góðum kavaveðri í dag. Tað verður lítið av vindi, og sólin kagar fram.
Í nátt veksur vindurin aftur, og tað fer at regna.
DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av útnyðingi, seinni aminni vindur av ymsum ættum. Møguleiki verður fyri onkrum kavaæli tíðliga í dag, men annars turt og nakað av sól. Hitin verður millum frostmarkið og 2 stig. Í kvøld 5-10 m/s av landsynningi, vaksandi upp í 13-18 m/s. Í kvøld verður klárt í veðrinum, men út á náttina skýggjað og regn, í støðum vátakavi. Hitin verður millum frotsmarkið og 5 hitastig.
Sunnudagin vera 13-18 m/s av landsynningi, seinni 15-20 m/s av útnyðringi. Samdrigið og regn ella vátakavi. Hitin verður millum 1 og 5 stig.