Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið verður gott um vikuskiftið. Tað verður turt og lítið av vindi, og sólin fer at kaga fram bæði í dag og í morgin.
DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av útsynningi. Nakað av sól og í nátt klárt nógvastaðni. Møguleiki verður eisini fyri skýggjum og mjørkaflókum. Hitin í dag milum 8 og 13 stig, í nátt millum 6 og 9 stig.
Sunnudagin vera 5-10 m/s av útsynningi og vestri. Skiftandi skýloft og nakað av sól. Hitin verður millum 9 og 14 stig. Um náttina niður í 8 stig.











