DMI: Eingi hvít jól hesaferð

Tað verður einki serligt veður á jólum, og vit kunnu gloyma alt um eini hvít jól. Tað sigur danska veðurstovan DMI í fimm daga veðurforsøgn síni fyri Føroyar.

Eitt lágtrýst, 970 hpa, í ein útsynning úr Íslandi, gongur í landnyrðing. Ein tilhoyrandi brúgv til Føroya gongur í eystan og hevur eitt sindur kaldari og óstøðuga luft og ælaveður við sær.

Jólaaftan fer eitt nýtt lágtrýst skamt sunnan fyri Ísland í landnyrðing, og tilhoyrandi brúgvaløg fara framvið Føroyum av útsynningi. Jóladag fer eitt lágtrýst av landnyrðingi norður um Føroyar.

Jólaaftan: Skrið ella stormur, 20 til 25 m/s. Um náttina minkar vindurin av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Regn av vestri, men út á dagin klárar eitt sindur í, men ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.

Jóladag: Hvassur vindur upp í skrið, 13 til 18 m/s, og regn av vestri. Seinnapartin veksur vindurin upp í storm, 25 m/s, og ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig.

2. jóladag: Hvassur vindur upp í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til 18 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælingur, lutvíst sum vátakavi og heglingur. Hitin millum 2 og 5 stig.

Týsdagin:. Hvassur vindur upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, minkandi niður í gul til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað av og á og ælaveður, lutvíst sum vátakavi og heglingur. Hitin millum 2 og 5 stig.

Tað er www.sev.fo, sum hevur hugt at veðurvánunum fyri teir næstu dagarnar.