Danska veðurstovan roknar við hampuligum veðri í dag og í kvøld, men í morgin verður fitt av vindi nógv regn.
DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av suðri, í støðum upp í 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, men eisini sólglottar. Í kvøld minkar vindurin til 5-10 m/s av landsynningi og eystri, seint í nátt 8-13 m/s av eystri. Í kvøld samdrigið og okkurt æl, í nátt regni av eystri.
Sunnudagin vera 13-18 m/s av norði og landnyðringi, í støðum hvirlur upp í 25 m/s. Samdrigið og regn, í løtum oysregn. Hitin millum 8 og 11 stig.