Føroyski svimjarin Frans Johannessen, ið er partur av danska svimjilandsliðnum, vann í gjárkvøldið gull á DM á stuttgeil 2017 á teininum 400 metra blandað. Alvi Hjelm svam eisini í finaluni, men varð júst ov stuttur til heiðursmerki og endaði á fjórða plássi. Tað skrivar svimjing.com.
Frans Johannesen vann finaluna við tíðini 4:14.41, ið tó var munandi seinni enn tíðin í innleiðandi riðlinum, tá svimjarin skavaði fleiri sekundir av sínum persónliga meti og svam undir kravtíðina hjá dønum til EM, tá ið hann svam teinin upp á 4.08.93. Gamla metið hjá honum var 4:15.65, meðan EM-kravtíðin hjá dønum er 4:14.38.
Alvi Hjelm varð nummar fýra í gjárkvøldið við tíðini 4:20.69, og upplýsir svimjing.com, at tað var um reppið, at hann betraði um persónliga metið, ið er 4:20.43.









