Hetta merkir tó ikki, at kappróðrafólkini eru komin til Danmarkar til onga nyttu. Kappast verður kortini, men hetta verður bert í inriggarum, sum altso ikki er tað bátaslagið, sum føroysku kappróðrarfólkini hava vant í.
Men kortini fara føroysku róðrarfólkini tó at royna, og millum annað verður kvinnubáturin styrktr við Katrini Olsen. Føroysku kvinnurnar skuldu upprunaliga kappast í tvey´ara, men nú kappingin er broytt, verða tað bert fýrarar, sum fara á vatnið.










