DM-heiti og føroysk met

Hetta vikuskiftið fer fram DM fyri Ung á Østerbro í Keypmannahavn.

Hetta vikuskiftið fer fram DM fyri Ung á Østerbro í Keypmannahavn.

 

Tað skrivar fif.fo.

 

Øll tey trý størru feløgini eru farin niður við nøkrum av sínum bestu íðkarum. DMU er fyri ung frá 14 til 22 ára aldur. Hvirlan hevur átta luttakarar, Bragdið fimm og Treysti tveir. Leygardagin vóru føroysku íðkararnir við í 17 kappingum, og spurdust ikki færri enn sjey heiðursmerki burturúr!

 

Ikki bara spurdust heiðursmerki burturúr. Eitt danmarkarmeistaraheiti vunnu vit eisini, tá Rebekka Fuglø vann kappingina á 1.500 metrum. Tvey føroysk met fylgdu eisini við heiðursmerkjunum í dag. Tað fyrsta í spjótkasti, tá Hanus Bergsson fyri triðju ferð bøtti føroyska metið í spjótkasti. Hesuferð bleiv tað til 59,19 metrar og silvur í einar spennandi kapping, har hann einu løtuna lá á odda.

 

Men enn betur gekst Maritu í spjótkasti, har hon í seinasta kastinum setti eitt stórt persónligt met og í krútsterku kappingini megnaði at kasta seg til eitt silvurmerki við 36, 79 metrum! Eisini Helgi Geyti og Tróndur Arge fingu heiðursmerki í spjótkasti. Helgi silvur við 44,69 m og Tróndur bronsu við 44,44 m.

 

Sjeynda heiðursmerkið í dag vann Katarina Høj á 1.500 metrum. Líka til 200 m vóru eftir vóru fleiri púra javnar. Men so skrædnaði, og Katarina fekk kempað seg til eitt bronsumerki við persónligum meti – 4.50,08 min. Hetta er samstundis bólkamet.