DM biðlarnir fingu allir fult

Fýra tey fremstu vunnu, og nýggi svenski venjarin í AGF fekk trý stig burturúr, tá ið hann fyri fyrstu ferð var á beinkinum

SUPERLIGAN

Hóast summartíðin hvarv náttina til sunnudagin, so vóru bestu fótbóltsspælararnir í Danmark eisini í hesi vikuni í miðvikueldinum. Seinastu vikurnar hava Brøndby, Esbjerg, FCK og OB verið á fremstu plássunum. Tað eru tey framvegis, tí tey vunnu øll mikukvøldið.
Hóast so týdningarmiklir spælarar sum Todi Jónsson, Erik Mykland og Ole Tobiasen framvegis ikki eru førir fyri at spæla, og hóast Zuma ikki var komin meiri fyri seg, enn at hann leingi var á beinkinum, tá ið FCK mikukvøldið var í Aalborg, so megnaði FCK at vinna 1?0. Málskjútti var júst Zuma. Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð hann settur á vøllin fyri Álvaro Santos, sum ikki stóð seg betri enn passaligt. Zuma hevði onkran góðan møguleika at skora, men hann misnýtti. Tá ið hann hevði verið ellivu minuttir á vøllinum, heilfluktaði hann sera elegant, eftir at Peter Møller, sum er í góðum tíðarskeiði, hevði lagt upp.
Í Aalborg løgdu bæði liðini størri dent á verjupartin enn á álopsspælið. Hetta var fyrsta ferðin, at AaB tapti, síðani teir fyrst í september skiftu venjara. Heimamenninir vóru sera misnøgdir við dómaran, sum teir hildu hevði snýtt teir fyri eitt brotsspark, og sum teir mettu ikki hevði víst reyða kortið, sum hann átti at havt á lofti fyri FCK neyðbremsu. FCK sigurin boðar frá, at teir framvegis eru á kambinum, sum teir leingi hava riðið á.
Í Brøndby vitjaðu grannarnir úr Valby. Nýggi venjarin hjá Frem, Ebbe Skovdal, er gamal kenningur í Brøndby, har hann fleiri ferðir hevur staðið á odda, tá ið liðið hevur vunnið DM. Mikukvøldið varð venjarin fagnaður av viðhaldsfólkunum hjá heimaliðnum, men tey fingu ein skelk, tá ið Frem legði seg á odda. Men Brøndby var betra liðið, og við 3?1 sigrinum hildu teir tørn um oddasessin.
Brøndby var ikki at kenn aftur í 2. hálvleiki, tá ið teir spældu væl betri enn undan hvíldini. Gongdin var meinlík henni sunnudagin, tá ið tað eisini var eftir steðgin, at Brøndby á útivølli fekk stigini til høldar ímóti botnliðnum AB. Tríggjar tær næstu ferðirnar skal Brøndby spæla ímoti FC Midtjylland, Schalke 04 í UEFA Cupini og FCK. Um fyrra umfarið verður eins vánaligt í hesum dystunum, sum tað hevur verið tvær tær síðstu ferðirnar, so rokna teir í Brøndby ikki við, at tað fer at bera til at fáa fulla úrtøku.
Ebbe Skovdal er mammubeiggi hjá Michael Laudrup, sum er venjari í Brøndby og hesa ferð fekk øll stigini ímóti mammubeiggjanum. Michael Laudrup var fyrst í áttati árunum við til at vinna DM við Brøndby. Tá var Ebbe Skovdal venjari hjá teimum.
Áhugin fyri heimadystinum ímóti FCK um góðar tvær vikur er ógvuliga stórur. Hóast heysarkuldan bendir alt á, at tað verður útselt, tá ið Brøndby fer at taka ímóti FCK.
Esbjerg er vorðið rættuligt topplið. Bæði á støðutalvuni og tá ið tað ræður um at sekta mistøkini hjá mótstøðumonnunum. Tað vístu teir, tá ið FC Midtjylland vitjaði. Tvær ferðir kiksaðu gestirnir í verjuni, og so vann Esbjerg 2?0. Harvið eru vesturjydarnir framvegis nummar tvey ? aftanfyri Brøndby og frammanfyri FCK.
OB tóktist á heimavøllinum í Odense at vera á veg ímóti tapi, tá ið teir tíðliga í 2. hálvleiki kiksaðu í verjuspælinum, so Viborg kundi leggja seg á odda. Men átta minuttir seinni var støðan 3?1 til heimaliðið, sum vann 4?2.
Sören Åkeby var sunnudagin ábyrgdarmaður, tá ið svenska høvuðsstaðarfelagið, Djurgården, fekk gullkrónur fyri meistaraskapin. Týsdagin tók hann við sum venjari í AGF. Mikukvøldið møttu sjey túsund av trúgvu AGF áskoðarunum í vónini um, at nýggi venjarin skuldi geva kroystu spælarunum neyðuga íblásturin, og tað tóktist ganga væl. AGF vann 3?1 á botnliðnum AB, sum tapti fyri 9. ferðina á rað. Nýggi venjarin boðaði longu týsdagin frá, at hann ætlar at píska sínar spælarar, soleiðis at teir verða væl betri fyri, enn teir eru nú.
Fyri fimtu ferð á rað noyddist FC Nordsjælland at fara av vøllinum uttan at hava vunnið. Hesa ferð høvdu teir í Farum vitjan av Herfølge, sum megnaði 1?1. Chris Hermansen legði gestirnar á odda, og Tommy Olsen, sum FCN í síðstu viku keypti frá Køge, sum er í fíggjarligum ódnarveðri og droymir um at fusionera við Herfølge, javnaði.