Jørgen Niclasen segði á landsfundi hjá Fólkaflokkinum, at landið skal ikki inn at keypa EIK. Men greitt er, at semja er ikki í Fólkaflokkinum um hetta. Bjarni Djurholm slær fast, at EIK má ikki fara fyri skeyti.
Landið má hava ein ætlan B. Tað sigur Bjarni Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Hann heldur, at EIK undir ongum umstøðum má fara fyri skeyti, og at landið skal leggja pengarnar á borðið, um tað verður neyðugt.
-Vit kunnu ikki missa EIK. EIK hevur so stóran týdning fyri alt tað føroyska samfelagið, og tað hevði verið ræðuligt, um bankin fór fyri skeyti, sigur Bjarni Djurholm.
Hann staðfestur, at hann ikki er samdur í Jørgen Niclasen í, at landið ikki skal keypa EIK.










