– Bara tað lotar úr onkrum andstøðulimi, so er KvF á staðnum í stundini. Dømini eru ótald.
Tað sigur Bjarni Djurholm, sum er sera misnøgdur við viðferðina, sum svar upp á hansara grein 52 spurning fekk í Kringvarpinum í gjár. Tann spurningurin var til Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, um upppáhaldið hjá Føroya Arbeiðarafelag, at verkafólk missa 1.100 krónur um mánaðin av politikki samgongunnar.
Heldur enn at lýsa málið – sigur Bjarni Djurholm, so skipaði redaktørurin í Kringvarpinum soleiðis fyri, at tíðindini soytaðu tvørtur um spurningar og svar – og ístaðin var søgan gjørd um, hvussu skjótt Jørgen Niclasen svarar spurningum frá Bjarna Djurholm.
Viðmerkingin frá Bjarna Djurholm kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER










