Djurholm: Eg eri ósekur

Bjarni Djurholm er fegin um, at ákæra væntandi verður reist móti honum. Tað sigur hann við Rás2.

- Málið hevur fremst av øllum snúð seg um meg í heili 14 samdøgur. Eg eri ákærdur á morgni, dømdur á middegi og avrættaður um kvøldið. Hvønn dag. Løgtingsins umboðsmaður hevur gjørt greitt, at eg havi ikki hótt nakran, og tað gleðir meg, at Løgtingið vil kanna málið, sigur Bjarni Djurholm.

Bjarni Djurholm vísir á, at ákærurnar hava regnað oman yvir hann seinastu dagarnar, og hann hevur ongan møguleika fingið fyri at vart seg.

- Eg eri ósekur, og tað fer kanningin at prógva, sigur Bjarni Djurholm.

Hann sigur eisini, at hann og Jógvan Thomsen, stjóri á Skrásetingini, hava havt eitt gott vinarlag áðrenn og aftaná løggildingina.

Bjarni Djurholm, Fólkaflokkurin, sat sum landsstýrismaður í vinnumálum, tá Skráseting Føroya løggildaði sjey grannskoðarar, sum ikki høvdu lógarkravdu pappírini.

Uppskotið at seta eina § 25 nevnd at kanna málið kemur fyri í tinginum týsdagin.