Djurholm í B36-nevndina

Eftir at hava verið í tungum fíggjarligum sjógvi seinastu tvey-trý árini, kundi nevndin hjá B36 í dag leggja fram ein roknskap, sum sýndi eitt avlop, ið táttar í 400 tkr. Hetta í mun til eitt hall, sum í 2008 var omanfyri hálvaaðru millión krónur. Kristjan á Neystabø, sum er formaður, Kjartan Mohr og Edvard Heen halda fram í nevndini, sum eisini varð víðkað til fimm limir. Nývaldu limirnir eru Bjarni Djurholm, ið helst er betur kendur sum politikari, og Sámal Ímundarson.