- Flestu partrolarapørini fiska eystanfyri. Tey koma inn at landa, sum næsta vikan líður. Fiskiskapurin er smáligur.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya um útlitini hjá partrolarunum fyri vikuna, sum kemur.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir fiska upsa, og ein fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu.
- Hesir koma helst allir inn at landa mánadagin - tað er í morgin.
Lagt verður aftrat, at tríggir djúpvatnstrolarar eru á Flemish Kap og fiska tosk. Teir frysta veiðina umborð.