Djúpvatnstrolarar landa eftir páskir

Partrolararnir, sum fiska upsa, royna ymsastaðni kring Føroyar, men fiskiskapurin er heldur smáligur.

Partrolararnir, sum fiska upsa, royna ymsastaðni kring Føroyar, men fiskiskapurin er heldur smáligur.

 

Trý pør fiska gulllaks, og onkur av skipunum hava longu landað meira enn ta einu ferðina, eitt nú Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.

 

Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og so nakað av kongafiski og blálongu. Teir landa allir eftir páskir. Ein annar djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystur veiðina umborð. 

 

Trolbátarnir, sum eru til fiskiskap, eru allir norðanfyri. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu, reyðsprøku og tungu. 

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga í sínum metingum fyri teir næstu dagarnar.