Djúpa lágtrýstið rakti ikki Ågot

- Vit høvdu storm eina løtu, men tað vardi stutt. Nú hava vit eitt lítið sjask beint á gronina, sigur skiparin á Ågot.

Teir, sum eru við frystilínuskipinum Ågot á veg yvir á Flemish Kap, vóru hepnir, tá djúpa lágtrýstið, sum hevði nógvan vind við sær, fór fram við Føroyum vestanfyri.

 

- Tað eydnaðist okkum at sleppa vestur um lágtrýstið. Vit høvdu storm eina løtu, men tað vardi stutt. Nú hava vit eitt lítið sjask beint á gronina, einar 18 metrar um sekundið.

 

Tað sigur Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot, sum In.fo júst hevur havt samband við.

 

Skiparin vísir á, at tá ferðin hevur verið mest, hava teir siglt einar níggju sjómíl um tíman, men nú teir hava vindin beint frammaná er ferðin sjey sjómíl um tíman.

 

- Við hesari ferðini verða vit á Flemish Kap um seks samdøgur. Síðan vit loystu, hava vit siglt 460 fjórðingar, sigur Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot.