Djourou úti í hálvt ár

Verjuspælarin Johan Djourou, sum spælir fyri Arsenal, verður ikki at síggja á vøllinum næsta hálva árið. Sveisiski landsliðsspælarin hevur fingið ein álvarsaman knæskaða, og hann er skurðviðgjørdur. Nú bíðar ein langur steðgur fyri framman, har Djourou fyrst skal hvíla knæið og síðani styrkja tað aftur til fótbólt á hægsta stigi.