Nógv bendir á, at serbiski leikarin hjá Víkingi, Filip Djordjevic, í næstum fer at spæla sínar seinastu dystir fyri Víking á hesum sinni.
Sum skilst hevur B36 leingi dyrgt eftir Filip Djordjevic, og í fjør var B36 í samráðingum við Víking um at fáa serbiska miðvallaran leysan úr sáttmálanum. Filip Djordjevic hevði tá eitt ár eftir av sáttmálanum við Víking.
Les eisini: B36 vil hava Djordjevic
Eftir hetta kappingarárið gongur sáttmálin hjá Filip Djordjevic út við Víking, og sum skilst er B36 framvegis líka áhuga í at knýta framrættaða miðvallarin afturat hópinum til komandi kappingarár.
In.fo hevur verið í sambandi við Filip Djordjevic. Hann vil ikki gera viðmerkingar til søguna.
Filip Djordjevic hevur í ár spælt 24 dystir fyri Víking í Effo-deildini og skotið 5 mál.