Djordjevic skiftir til Víking

Ein av føstu leikarunum á KÍ-liðnum, 18 ára gamli Filip Djordjevic, skiftir nú til Víking. Har hevur hann fingið hálvt annað ára sáttmála.

 

KÍ sigur við Norðlýsið, at felagið og leikarin ikki vóru samd um fíggjarligu viðurskiftini í sáttmálanum, og er hetta orsøkin til, at KÍ og Filip Djordjevic nú eru farin hvør sín veg.

 

Filip Djordjevic, sum er sonur navnframa Aleksandar Djordjevic, hevur spælt 37 dystir fyri næstbesta og besta liðið hjá KÍ. Fyri besta liðið hevur hann skotið fimm mál, trý teirra í ár.