Djordjevic heldur fram í B36

Venjarin hjá besta kvinnuliðnum hevur skrivað nýggja sáttmála við felagið.

Fyrireikingarnar til næstu kappingarár er væl ávegis í B36, og í gjár undirskrivaði felagið avtalu við venjarar til 1. deild kvinnur, gentur 17 og gentur 14.


Aleksander Djordjevic heldur fram sum venjari hjá 1. deild kvinnum. Djordjevic var í ár venjara hjá felagsliðnum hjá AB/B36, og hevur áður verið venjari hjá besta liðnum hjá kvinnunum í KÍ, har tær gjørdist meistarar í 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013 og 2014.


Sum partur av avtaluni fer Djordjevic komandi tvey árini undir at taka UEFA Pro Licens venjaraprógv. Í løtuni er bert ein venjari í Føroyum, ið hevur hetta prógv.


Avtalan er samstundis eisini gjørd við Óla Djurhuus, at hann skal halda fram sum hjálparvenjari hjá Djordjevic og eisini venja G17. Óli Djurhuus fer á undir at taka síðsti skeiðini til tess at fáa B venjara prógv.


Fyrrverandi gull vinnarin í 1. deild kvinnur og landsliðsleikarin, Anja Rein, er sett sum høvuðsvenjari hjá G14. Anja Rein vandi í 2014 G12 saman við Inga Jacobsen og vunnu hesar gull í bæði A og C bólkinum.


- Setanin av hesum trimum venjarum er ein partur í okkara ætlan at seta enn meira fokus á kvinnufótbóltin í felagnum og tryggja kvinnufótbóltinum best møguligar umstøður, sigur Heiðrikur Christiansen, formaður, í stuttari viðmerking.