Djordjevic gevst sum KÍ-venjari

Alexander Djordjevic váttar fyri Norðlýsinum, at hann gevst sum venjari hjá KÍ.

 

Tummas Lervig, formaður í felagnum, sigur, at teir onga útmelding hava gjørt viðvíkjandi venjaranum, men at málið framvegis er at avgreiða tann spurningin 1. november, sum lovað.

 

- Hesi tíðindini í Norðlýsinum eru ikki frá okkum, men frá Djordjevic sjálvum, meira er ikki at siga um tað, sigur Tummas Lervig.

 

Nevndin arbeiðir við at fáa nýggjan venjara upp á pláss, og miðað verður eftir at avgreiða málið í dag.