Í løtuni er veðrið gott, og tað er bæði stilt og lýtt í Klaksvík.
Summarfestivalurin er eisini fyri børn og barnafamiljur, og á hvørjum árið hevur eitt stórt Silvaland verið á festivalinum. Seinastu tvey árini hevur tað mesta av undirhaldinum fyri børnini verið inni í ítrottarhøllunum í Klaksvík, og so er eisini í ár. Tó hava tey eisini valt at hava ymiskt úti í ár.
Beint við inngongdina í ár, við Norðoya Sparikassa, er ein stórur føroyskur djóragarður. Har sleppa børnini at síggja alskyns djór, sum eru í Føroyum, og eisini sleppa tey at nerta við tey.
- Summarfestivalurin ynskir at tá ið børnini koma á festival sleppa tey bæði at síggja nakað, hoyra nakað, nerta við nakað og lukta nakað, og vónandi eisini hugna sær ímeðan tey upplivað alt hetta, sigur Ragnhild Ellingsgaard, ein av fyriskiparunum aftanfyri tjaldingarøkið og ymiskt annað á festivalinum.
Í djóragarðinum eru bæði kálvar, hønur, dunnur, lamb og gæs, og serliga eru tað tey smái børnini, ið vitja har.
Omaná djóragarðin, so kunnu børnini eisini ríða ponyríðing, so tað eru nógvir møguleikar hjá børnunum at koma í samband við djór á festivalinum í ár.










