Djóradagar hava verið hvørt ár seinastu 20 árini, undantikið koronaárini. Tí vil felagið leggja nógv fyri at tiltakið skal vera sum minst ávirka av verkfallinum. Byrjað varð í gjár at rigga til á økinum.
Vanliga eru áleið 5-6000 vitjandi til Djóradagar og nevndin sigur at eingin orsøk er at setast aftur. Veðurvánirnar til komandi vikuskiftið eru eisini heilt góðar, tí skuldu allar fortreytir verið til staðar fyri einum hugnaligum vikuskftið í Havnardali. Tiltakið er 25 og 26 mai, báðar dagar frá kl 14-18.