TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Brand í Dali, fyrireikara greiða frá djóradøgunum úti í Havnardali, sum verða leygardagin 30. mai og sunnudagin 31. mai.
Talan verður um 17. ári, at djóradagar verða á skránni, og undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi øll árini. - Vit hava havt fólk á vitjan, sum hava verið bæði úr Sumba, og av Viðareiði, staðfestir Brandur Enni.
Fyrireikararnir hava hildið fast við ein bíligan atgongumerkjaprís, har vaksin sleppa til báðar dagarnar fyri 50 krónur, og børn sleppa inn fyri einki. Fyrireikararnir leggja nevnliga stóran dent á, at børnini skulu hava tað stuttligt og gott á degnum.