Djóni Nolsøe Joensen kemur á ting

Nú Javnaðarflokkurin skal hava fýra landsstýrisfólk er rættiliga greitt, at boð verða eftir fýra fólkum afturat á listanum at møta á tingi

Nú Javnaðarflokkurin skal hava fýra landsstýrisfólk er rættiliga greitt, at boð verða eftir fýra fólkum afturat á listanum á listanum at møta á tingi.

 

Hóast tað ikki er staðfest við lóg, so er siðvenja, at stóru flokkarnir kjósa síni landsstýrisfólk millum tingmanningina. Sum in.fo skilir støðuna, so fara Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eisini at gera tað hesaferð. Tað merkir fyri Javnaðarflokkin, at boð verða eftir fimm fólkum afturat teimum átta, sum vórðu vald á ting 1. september.

 

Av tí at Sjúrður Skaale er fólkatingsmaður, og av tí at Javnaðarflokkurin hevur lovað, at fólkatingsumboðið hjá flokkinum ikki fer at sita á løgtingi samstundis, so fer at hann ikki at røkja báðar sessirnar. Tí verða "nýggju" tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum:

 

1. Helena Dam á Neystabø

2. Jónleif Johannesen

3. Kristianna Winther Poulsen

4. Djóni Nolsøe Joensen

 

Um Sjúrður Skaale velur at røkja løgtingssessin okkurt skiftið, so skal onkur annar á fólkating. Næst á listanum eru nú Rigmor Dam og Eyðgunn Samuelsen. Men tær eru báðar upp á tal sum landsstýrisfólk, og um so er, fara tær ikki á fólkating. Henrik Old er tá næstur. Men um hann, og hini sum sita í løgtinginum fyri Javnaðarflokkin, velja løgtingið framum, so er tann næsti á listanum, sum tá ikki situr í landsstýrinum ella í løgtinginum Bjørg Dam, sum er nummar 8 á listanum við 103 atkvøðum.

 

Tað kunnu tí verða boð eftir henni at røkja fólkatingssessin hjá Javnaðarflokkinum, um Sjúrður Skaale okkurt skiftið velur løgtingið fram um fólkatingið.