Djokovic verður við til US Open

Roknaður at vera favorittur, nú størsti kappingarneytin hevur givið avboð

Loksins hevur Novak Djokovic boðað frá, at hann verður at síggja millum leikararnar til US Open, ið fer av bakkastokki mánadagin 31. august.

Boðini koma, eftir eftir at italsku myndugleikarnir hava boðað frá, at tað verður ikki neyðugt hjá tennisleikarum at fara í sóttarhald í 14 dagar, eftir at teir hava verið í USA. Djokovic, sum hevur vunnið US Open tríggjar ferðir, var ivingarsamur um US Open  luttøku, tí at vandi var fyri, at leikarar, sum komu úr USA til Evropa, skuldu í sóttarhald í 14 dagar, og hetta kundi sostatt forða fyri luttøku í evropeisku kappingunum á grúsi, sum verða spældar nú í september - teirra millum French Open.

Luttakaralistin til US Open er annars hart raktur av avlýsingum í ár. US Open vinnarin frá í fjør, Rafa Nadal, hevur gjørt greitt, at orsakað av vandanum fyri koronusmittu, verður hann ikki at síggja í kappingini í ár. Somuleiðis hava Nick Kyrgios, Stan Wawrinka, Fabio Fognini, Juan Martin del Potro og Gael Monfils boðað frá, at teir verða ikki við.

Roger Federer er ikki komin fyri seg eftir skurðviðgerðir í báðum knøunum, og hann verður tí heldur ikki at síggja.

Hjá kvinnunum eru eisini nógvar avlýsingar. Ashleigh Barty, ovast á styrkilistanum hjá WTA, hevur tikið seg úr kappingini, og tað hava Elina Svitolina, Kiki Bertens og Svetlana Kuznetsova eisini.