Djokovic vann søguliga finalu

Novak Djokovic vann í dag Australian Open finaluna móti Rafael Nadal. Finalan fer í søguna sum longsti dysturin í søguni í Australia Open og sum longsta finalan í eini Grand Slam kapping nakrantíð.

 

Í næstan seks tímar stríddust og kempaðu Novak Djokovic og Rafael Nadal um heitið sum vinnari av Australian Open 2012. Finalan, ið vardi í fimm tímar og 53 minuttir, bjóðaði upp á fimm set av tennis í serflokki.

 

Longu í fyrsta setti gjørdist greitt, at talan helst bleiv um eina drúgva finalu, tí tað gingu heilir 80 minttir áðrenn Rafael Nadal kundi kalla seg vinnir av fyrsta setti, 5-7. Í tveimum teimum næstu settinum kom serbiski Novak Djokovic veruliga fyri seg og vann 6-4 og 6-2.

 

Í fjórða setti var Novak Djokovic omaná og eina løtu sá út til at serbin fór at vinna, men stríðshugaður sum Rafael Nadal er, so vildi spaniólin ikki geva skarvin yvir. Tað endaði við at Rafael Nadal vann settið 6-7.

 

Novak Djokovic tóktist troyttur hesa løtuna. Serbin var eisini gjøgnum eina drúgva hálvfinalu móti bretanum, Andy Murray. Tí kundi tað sæð út til, at orkan hjá Rafael Nadal, hvørs hálvfinala eisini var ein dag áðrenn og tí hevði longri tíð at hvíla seg, kundi gerast munurin.

 

Sjálvt aftaná fimm tímar hildu finalistarnir fram við at borðreiða við tennis í serflokki. Fimta og seinasta settið endaði við at Novak Djokovic vann 7-5. Finalan var meiri enn ein tíma longri enn US Open finalan í 1988 millum Ivan Lendl og Mats Wilander, sum undan finaluni í dag var tann longsta Grand Slam finalan í søguni.

 

Tað vóru tveir troyttir tennisleikarar, ið eftir dystin kundi taka í hondina á hvørjum øðrum.

 

- Í dag skrivaðu vit søgu, segði Novak Djokovic millum annað við Rafael Nadal í vinnarataluni.

 

Klokkan var farin væl av midnátt í Avstralia, tá Novak Djokovic og Rafael Nadal fóru av tennisvøllinum í Melbourne.

 

Australian Open 2012 Finalan:

 

Novak Djokovic – Rafael Nadal

5-7, 6-4, 6-2, 6-7, 7-5