Novak Djokovic umhugsar nú eisini ikki at luttaka á US Open í ár, eftir at koronustøðan í New York hevur sett stórar avmarkingar fyri kappingina.
Reglurnar og leiðbeiningarnar, ið US Open fyriskipararnir hava sett leikarunum, eru rættiliga víðgongdar, og millum annað sleppa leikararnir ikki at vera á Manhattan. Leikararnir skulu sova á gistingarhúsi á flogvøllinum, skulu lata seg kanna fyri koronu tríggjar ferðir um vikuna, og leikararnir sleppa bert at hava eitt fólk við sær til Flushing Meadows, har kappingin verður hildin.
Roger Federer, ið júst er fyltur 38, hevur frammanundan boðað frá, at hann tekur ikki lut í fleiri kappingum í ár, tí hann kemur fyri seg eftir skurðviðgerð og hevur gjørt av at nýta orkuna til komandi ár ístaðin.
Somuleiðis hevur Rafa Nadal boðað frá, at hann verður ikki at síggja til US Open orsakað av koronustøðuni.
Teir báðir Federer og Nadal eru als ikki teir einastu leikararnir á evstu rók, ið ikki ætla sær at spæla í ár.
Nick Kyrgios, Ashleigh Barty, Simona Halep og Anastasia Pavlyuchenkova hava øll boða frá, at tey vera ikki við í ár.
Mongu frámeldingarnar hava havt við sær, at fólk eru farin at ivast í, hvussu prestigufull US Open er í ár, nú allur toppurin hevur valt at sita við hús.