Í gjár avdúkaði BBC, at tennis er fongt við avtalaðum spæli, og at tað eru fleiri spælarar á hægsta stigi, sum tilvitað lata seg tapa ávís sett og dystir fyri risa peningaupphæddir.
Tíðindini eru helst sonn, tí nú váttar heimsins besti tennisspælari, Novak Djokovic, at hann hevur fingið bjóðað pening fyri at lata seg tapa ein dyst. Talan var um ein dyst í Skt. Pætursborg í 2007, har hann skuldi fáa 200.000 dollarar fyri ómakin.
- Eg fekk tað at vita frá fólkunum, sum arbeiddu fyri meg ta tíðina. Sjálvsagt søgdu vit nei alt fyri eitt, og tilboðið náddi ongantíð til mín persónliga, segði Djokovic við AFP eftir at hann í nátt vann sín fyrsta dyst í Australian Open ímóti Hyeon Chung.
- Tilboðið fekk meg at føla meg illa, tí eg ynski ikki at vera settur í samband við slíkt. Nøkur vildu sæð tað sum ein møguleika, men fyri meg er tað óítróttarligt og eitt brot á ítróttin, heilt erligt. Tað skal ikki vera pláss fyri slíkum í ítrótti, og serliga ikki í tennis, segði hann víðari.
Ársins fyrsta Grand Slam-kapping í tennis byrjaði í nátt føroyska tíð, men tað er í løtuni stóra avdúkingin hjá BBC, sum fyllir mest á teimum ymisku tennis-tíðindasíðunum.










