Djokovic í øðini

Heimsins besti tennisspælari tapti í Shanghai, og tað slapp dómarin at hoyra fyri.

Heimsins besti tennisspælari, Novak Djokovic, var frá sær sjálvum, tá ið hann í morgun heldur óvæntað tapti hálvfinaluna í Shanghai Masters. Hann tapti 4-6, 4-6 ímóti Roberto Bautista Agut úr Spania.


Ávegis tapinum náddi hann at gerast í øðini, og tað slapp dómarin at hoyra fyri. Novak Djokovic skræddi blusuna, breyt ketsjarar og rópti eftir dómaranum: "Sært tú nakað í dag? Sært tú nakað yvirhøvur?"


- Eg skilji ikki avgerðirnar, sum hann tók í dag. Um eg skuldi skifta ketsjara ella blusu, so gav hann mær eina ávaring. Hann tók alt uppmerksemið í dag. Hann var stjørnan, og tað var tað hann vildi, segði Djokovic um dómaran, Carlos Bernardes, á tíðindafundinum eftir dystin.


Løtu seinni iðraði hann seg tó nakað um tað, ið hann hevði sagt.


- Tað eru nøkur ting við mínum kenslum, sum eg má arbeiða við. Kanska eri eg bara troyttur eftir at hava spælt so nógvar dystir í hesum árinum, segði Djokovic.


Í finaluni í Shanghai Masters skal Roberto Bautista Agut dystast ímóti vinnaranum av Gilles Simon og Andy Murray.