Djarvar myndir á modernaðum hotelli

Vilt tú hava eitt modernað hotell, mást tú eisini tora at hugsa øðrvísi, tá veggirnir skulu prýðast, heldur Sally Rasmussen, dagligur leiðari á Hotel Tórshavn, sum var við til at velja myndirnar hjá Rannvá Holm Mortensen


Tey høvdu leitað í meir enn eitt ár eftir júst teimum røttu myndunum til nýggja hotellið í miðbýnum í Havn. Uttan úrslit. Leiðslan á Hotel Tórshavn visti annars presis, hvat tey vildu hava: myndir, sum ímyndaðu eitt modernað, avslappað, altjóðakent býarhotell, sum torir at vera øðrvísi.

- Til endan sló eg meg til tols við, at stjórin Jóannes Jensen fór at finna eina loysn. Hann hevur eitt heilt serligt eyga fyri list og øllum, sum visuelt kann skapa júst tað røttu atmosferuna, sigur Sally Rasmussen, sum kortini helt á at hava eyguni við sær.

Frá byrjan visti Sally Rasmussen at tað ikki var landslagsmyndir, tey leitaðu eftir.

- Ikki tí, føroyskar landslagsmyndir kunnu vera sera hugtakandi, men tær hava lyndi til at leiða tankarnir á traditionell hotell, og soleiðis fata vit ikki okkum sjálvi, sigur Sally Rasmussen.

Sjálv heldur hon, at tað vakra føroyska landslagið kemur frálíka væl til sín rætt í útsýninum frá hotellinum. 



Nátúrlig broyting

Djarvar og øðrvísi myndir kanst tú altíð finna, men tað nyttar onki, um tær eru so provokerandi, at tær styggja fólk burtur, heldur Sally Rasmussen.

- Eftir mínum tykki, má ein mynd á einum hotelli tola, at tú hyggur at henni fleiri ferðir um vikuna í nógv ár, uttan at blíva troyttur av henni. Tað krevur eina serliga kombinatión av dýpd og lættleika, sum kann vera trupul at finna, sigur Sally.

Uttan iva var tað júst hendan kombinatiónin, hon fall fyri, tá myndirnar hjá Rannvá Holm Mortensen komu mest sum komu sendar av himli. Frá fyrstu løtu visti Sally, at hetta var júst tað, tey høvdu leitað eftir.

- Tað er okkurt óhátíðarligt við myndunum, og so fella tær í eygað á ein ótrúliga behagiligan máta. Hartil eru tær á tremur við søgum, sum uttan iva fara at geva gestunum nógv at práta um, sigur Sally.

Fyri hana hevur tað eisini havt stóran týdning, at myndirnar onkursvegna eru partur av eini blíðari broyting frá gamla Sjómansheiminum. At Sjómansheimið ikki er til longur, er ein nátúrlig avleiðing av nøkrum samfelagsbroytingum, sum Hotel Tórshavn eisini er ein partur av, heldur hon. Og hendan søguliga partin av býnum og hotellinum hevður leiðslan á ymsar mátar roynt at flætta inn í ímyndina av nýggja hotellinum.

- Eg havi stóra virðing fyri gamla Sjómansheiminum, og tí haldi eg tað eisini vera deiligt, at vit hava tað við okkum í til dømis stóru myndini á matstovuni,sigur Sally.

Men tíðirnar broytast, og tað skal hotellið ikki bara endurspegla. Við spontanu og fabulerandi myndunum hjá Rannvá Holm Mortensen er okkurt sum bendir á, at Hotel Tórshavn hevur lagt seg á odda í eini nýggjari traditión av hotellprýði, har onki rættiliga er, sum tað plagdi at vera.