DJ verkstova við norskari DJ diva

Vikuskiftið 20. og 21. februar skipar Undirbeat fyri DJ verkstovu í Reinsarínum við norsku DJ divaðini Sunshine. Sunshine var í Føroyum í fjør summar og spældi heitar latino rútmur úti á Skansanum, tá Undirbeat bjóðaði til Ólavsøkuelektro. Nú kemur hon aftur at halda verkstovu fyri DJ áhugaðum føroyingum.

Hon hevur alt sítt lív fingist við tónleik og hevur í mong ár verið eitt virkið navn innan klubb mentan í Oslo. Miðskeiðis í 90unum búði hon í London, har hon gjørdi sær týðandi DJ royndir á klubbum, útvarpsstøðum og spælistøðum annars.

Afturkomin til Oslo, helt Sunshine áfram við sínum DJ virksemi, og seinastu 7 árini hevur hon verið vertur, promotari og afturvendandi DJ á regluliga klubbátakinum ?Sunshine Sound System?. Umframt hetta er hon eisini heilin handan ambientu, eksperimenterandi tónleikaverkætlanina, Children of Klang.

 

Tekur støði í listini at Dj?a

 

Verkstovan verður hildin ígjøgnum tveir dagar og tekur millum annað støði í listini at DJ´a, søguni aftanfyri, grundleggjandi DJ teknikki, modernaðari tøkni, at framleiða tónleik, gera ljóð og so framvegis.

 

 

Undirbeat omaná

Leygarkvøldið aftaná verkstovuna, verður eitt megnar Undirbeat í Reinsarínum, har Sunshine fer at leggja plátur á. Føroyska spíran Billy Bob, ið er virkin sum DJ í Keypmannahavn, er heima á klettunum um hetta mundið og kemur eisini framvið at vísa síni kynstur.

Av tí at tað er føstulávint hesa vikuna, verður hetta Undirbeat´ið eitt Grýlubeat, sum fyrireikararnar siga, leggur upp til svakar grýlubúnar, grímur, sminku og festligheitir av allarstuttligasta slag.

 

Les meira á www.undirbeat.com