DJ-tónleikur alt vikuskiftið

Hetta vikuskiftið stendur í plátuvendaranna tekin. Tað verður DJ-tónleikur fyri allar pengarnar, tá kendi danski MC Clemens og føroyskir plátuvendarar vísa síni kynstur. Leygarkvøldið er Party Night við DJ Martin Kjærbo. Hann er ein gomul rotta í fakinum og dugir at spæla veitslutónleik, sum øll kunnu dansa til.

 

Í Eclipse fríggjakvøldið vendir danski plátuvendarin MC Clemens plátur. Okkurt av tilfarinum er egið, sum hann sjálvur hevur biksað saman.

 

Clemens, sum byrjaði sítt yrki heilt afturi í 1989, hevur nevniliga fleiri útgávur á baki, m.a. ´Dans med Døden´, ið fekk heili 6 stjørnur frá tónleikablaðnum Gaffa.

 

Kendasta lagið er ´La dem hænge´, sum kann síggjast og hoyrast á www.myspace.com/clemenstelling

 

Clemens hevur ein danskan plátuvendara afturat sær.

 

Leygarkvøldið í Eclipse kemur okkara egni Dj Eddy á vitjan.

 

Eclipse er ókeypis fríggjakvøldið, og hálvur prísur er leygarkvøldið áðrenn kl. 1.