DJ-Show á Seglloftinum

Komandi leygarkvøld verður Seglloftið karmur um eitt Dj-show, sum Mark Joensen og James Olsen standa á odda fyri.

 

James Olsen og Mark Joensen hava mangan áður skipað fyri dj-showum á Tvøroyri, og neyvan er nakar ivi um, at suðuroyingar taka væl ímóti teimum.

 

Hesaferð verður tónleikurin spældur á Seglloftinum á Tvøroyri.

 

Teir báðir spæla góðan og kendan dansitónleik, og bæði eldri og nýggjari tónar.

 

Haraftrat verður boðað frá, at roykshow og ljósshow eisini er ein partur av undirhaldinum hetta kvøldið.

 

Tiltakið verður leygarkvøldið kl. 00.00

 

Tú kann lesa meira um tiltakið á Facebooksíðuni her: www.facebook.com